Ólavsøkukonsertin á fimta sinni sum Tórsfest

Í dag og í kvøld verður stóra brakið Tórsfest á Vaglinum og í Gongugøtuni í Havn – tiltakið, sum fyrr kallaðist Ólavsøkukonsertin

 

Gamla Ólavsøkukonsertin  verður í ár á fimta sinni  hildin sum »Tórsfest«. Tað er Tórshavnar Ítróttarráð, sum skipar fyri konsertini og Voxbotn Entertainment, sum leggur til rættis.

 

Icona Pop

Heimskendu genturnar í Icona Pop hava verið á útseldum konsertferðum saman við Miley Cyrus, Katy Perry og One Direction og hava spælt á óteljandi festivalum og konsertum kring heimin.

 

Í fjør vórðu tær eitt av stóru nøvnunum á Roskilde Festivalinum. Og leygarkvøldið vera tær at síggja og hoyra á Okkara Tórsfest 2018.

 

Hvør kennir ikki monsterhittini »Girlfriend«, »All Night« og »I Love it«?

 

Carpark North

Carpar North hava áður prógvað, at teir kunnu fáa eina fjøld at hoppa og rokka. Elektroniski rokkbólkurin, sum m.a. eigur hittini Transparent & Glaslike, Human, Army of open Arms fer at borðreiða við einum giga showi, sum fær allar glaðar sálir at skrála við.

 

Burak Yeter

Burak Yeter er maðurin handan monsterhittið »Tuesday«, sum hevur buldrað alt summar á dansigólvum og útvarpsrásum kring heimin.

 

Burhan G

Burhan G er fólkaogn í Danmark, og hevur ferð eftir ferð prógvað, at hann dugir at framleiða popptónleik í heimsflokki, og hetta fer hann eisini at vísa føroyingum á Okkara Tórsfest.

 

Jacob Dinesen

Hann mann nokk vera eitt tað mest spennandi navnið í Danmark í løtuni við yvir 100 útseldum konsertum í Danmark í fjør. Stóra gjøgnumbrotið kom við fløguni »Brace Against the Storm«, sum fekk sera góð ummælir.

 

Á fløguni finnast løgini »Roll with Me« og »Jessie«, sum eru blivin nógv spæld – bæði í Danmark og eisini her hjá okkum. Fløgan gjørdist beinleiðis nummar eitt á danska fløgu-hittlistanum.

 

Stóra danska stjørnuskotið verður nú at hoyra saman við bólki sínum á Vaglinum í Havn í summar.

 

Smokie

Smokie hava pakkað kuffertini á tremur við vælkendu hittunum, og eru klárir til eina syng-við veitslu av besta slag.

 

Líka síðani Smokie fyri fyrstu ferð vitjaði á klettunum fyri mongu árum síðani, hava teir fylt hallir og festivaløki, har øll hava sungið við. Og tað verður uttan iva aftur sungið væl við, tá Smokie fara á pall leygarkvøldið.

 

Flestu føroyingar kenna risahittini sum t. d. Lay Back in the Arms of Someone, I’ll Meet You at Midnight, Oh Carol, Mexican Girl, Needels and Pins, Arms of Mary og fyri ikki at gloyma Living Next Door To Alice.

So nú er bara at finna dansiskógvarnar fram

 

Danny & The Veetos

Danny & The Veetos man nokk teljast millum best umtóktu tónleikabólkarnar í Føroyum í løtuni. Løg sum »Sunnukvøld í mai« og »Allright« er nærum blivin fólkaogn og á teimum konsertum, sum bólkurin hevur spælt, hevur bólkurin altíð megna at fingið allar áhoyrararar við.

 

Bólkurin er mannaður av Danny Baldursson, Páll Brim Joensen, Robert Waagstein, Jóhan Nolsøe, Símun Dam, Leivur Vitalis og Rúna Hentze, sum saman spæla lívsjáttandi pop-folk tónleik.

 

Vit vilja ongantíð doyggja

Tað fer at runga við Dynamit-hittum á Okkara Tórsfest 2018, tá Niclas Heri og Shaky við manning fara á pall á Vaglinum í Havn í summar. Og tað er einki at ivast í, at hýrurin fer at verða serliga góður og øll fara at syngja við, tá bólkurin fer at framføra Dynamit-hitt undir navninum »VIT VILJA ONGANTÍÐ DOYGGJA«. Hetta er eitt nýtt undirhaldandi, festligt og jaligt tónleikakonsept, sum ossar av góðum stemningi og hýri.

Tónleikarnir, sum fara at spæla saman við Niclas Hera og Shaky á Okkara Tórsfest eru Magni Husgaard á keyboard/klaver, Mikkjal Hvannastein á guitar/solo, John Johansen á bass og kór og Henning Hjalt Nicodemussen á trummum.

 

Signar í Homrum

Vit kenna hann við løgum sum »Tað er gott at elska«, »Mín skattur« og »Kærleikans mátt« sum nærum eru blivin fólkaogn. Signar fer fyri fyrstu fer at spæla við fullari konsertmanning í Havn. Teir, ið koma at mynda bólkin hjá Signari, eru John Johansen, James Olsen, Høgni Fagraberg, Magni Husgaard og Mikkjal Hvannastein.

 

Maria Montell

Hon hevur givið út átta fløgur og var nógv at hoyra í donskum útvarpsrásum í 90’unum.

Størsta hittið hjá Mariu Montell er uttan iva »Di DaDi«, tí lagið gjørdi, at Maria Montell eisini bleiv kend uttan fyri Danmark.

 

Lagið gjørdist sera kent í Asia og tað hevur eisini verið nýtt í fleiri lýsingum fyri Elida, Pepsi, Panasonic, Kloster Beer, Autan Fresh og Aiwa.

 

Okkara Tórsfest byrjar longu leygardagin klokkan 16 við barnatiltøkum, og til ber at keypa atgongumerki í Power í SMS, Fast-handlum, Kunningarstovuni í Steinatúni og á www.ebillett.fo