Leita á in.fo

Í 2015 heiðraði Faroese Music Awards (FMA) Ólav Hátún fyri sín serliga leiklut í føroyskum tónleiki – ikki minst í stríðnum fyri okkara musikkskúla

Eirikur Lindenskov 25.07.2018 (14:45)

Ólavur Hátún deyður 87 ára gamal

Í dag andaðist Ólavur Hátún, 87 ára gamal.

 

Ólavur Hátún er mest kendur fyri sítt virki innan sangin, sum kórleiðari.

 

Hann var føddur 17. februar í 1931 í Svínoy. Foreldur hansara vóru Hjalmar Hátún úr Bø og Brynhild Hátún, fødd á Heygum, av Heygum í Vestmanna.

 

Ólavur fór á preliminerskúla í Havn í 1945 og tók prógv har í 1947. Studentsprógv tók hann í Havn í 1949, var til skips og fór á Læraraskúla í 1950, har hann tók prógv í 1952. Eitt skifti var hann vikarur við realskúlan í Havn og við Fuglafjarðar skúla. Hann var lærari í Haldórsvík í 1953-54. Í 1954 lærari á Toftum. Í desmeber í 1956 tók hann prógv á Statens Gymnastiksklole í Oslo. Hann las samstundis á Musikkonservatoriet, har hann tók ein part av tí norska sanglærarapróvnum. Summarið í 1952 og 1954 á Dansk Sløjdlærerskole, tók sløjdlæraraorógv í 1956.

 

Hann fór í starv í Vestmanna skúla í 1957. Danskt svimjilæraraprógv tók hann summarið í 1959. Árskeið í týskum, donskum og tónleiki á Danmarks Lærerhøjskole í 1960-61. Segði seg úr starvi til tess at kunna halda fram við studium á Det kgl. Danske Musikkonservatorium 1962. Prógv tók hann haðani í 1963 sum »Statsprøvet musikpædagog og med korledelse og hørelære«.

 

Framhaldandi musiklesnaður og samstundis ársskeið í týskum á DLH 1964-65, ið førdi til Danmakrs Lærerhøjskoles Fageksamen í týskum 1965. Jan. 1966 vikarur við Føroya Læraraskúla og fastur lærari har 1. August í 1966. Stovnaði Útvarpskórið sama ár, sum seinni gjørdist Havnarkórið. Heystið 1975 eftur á DLH við týskum og tónleiki. Giftist við Ásu, fødd Jense, í januar í 1973.

 

Ólavur gjørdist seinni musikkskúlaleiðari, eitt starv hann røkti, til hann fór frá fyri aldur.

 

Ólavur hevur øll árini verið sera virkin, tað vita øll, sum hava fingist við tónleik, og sum hava fingist við miðlar í Føroyum. So seint sum í síðsta mánaði var her á redaktiónini í Miðlahúsinum at greiða frá serstøkum konserttiltaki í Kirkjubømúrinum 10. Juni. Og hann hevði eisini sína hugsan um, hvat vit skulu gera við Kirkjubømúrin:

 

 

– Í okkara hugaheimi er tann sannføring í seinni árum búnast alt meira, at við skilagóðari innlokan, sum á ongan hátt skalar Múrin sum fornminni, kann hann á hesum søguríka stað aftur gerast ein virkin miðdepil í okkara ands- og mentanarlívi.

 

Ólavur fekk M. A. Jacobsens virðislønina fyri mentanaravrik í 1997. Í 2003 fekk hann Heiðursgávu Landsins, og í 2015 heiðraði FMA Ólav Hátún fyri sín serliga leiklut í føroyskum tónleiki - ikki minst í stríðnum fyri okkara musikkskúla.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her