Leita á in.fo

Ólavur Jøkladal stjórnar í ár stóra ólavsøkukórinum undir Tinghúsinum ólavsøkudag

Hilmar Jan Hansen 03.07.2016 (13:00)

Ólavur stjórnar á ólavsøku

Sum vanligt ólavsøkudag, verður aftur í ár góður kórsangur at hoyra undir tinghúsinum, tá skrúðgongan við prestum og politikarum kemur úr Dómkirkjuni eftir lokna gudstænastu har. Hesin siðurin við blandaðum kórsangi hevur verið hildin uttan slit í skjótt 90 ár.

Skiftandi kórleiðarar hava stjórnað hesum stóra ólavsøkukóri, og í ár verður tað kórleiðarin, tónaskaldið og tónleikaserfrøðingurin, Ólavur Jøkladal, sum hevur fingið áheitan frá Kórsambandi Føroya um at gera tað, og tað hevur hann játtað.

Ólavur Jøkladal hevur drúgvar royndir sum kórleiðari – bæði hjá Tórshavnar kamarkóri, sangkórinum í Ebenezer og kamarkórinum Aurora Borealis. Hann hevur eisini áður stjórnað stóra ólavsøkukórinum, men hetta verður fyrstu ferð síðani 1987, at hann hevur kórleiðsluna um hendi á Tinghúsvøllinum tjóðardagin.

Tað krevur sína venjing, og seinnapartin í dag klokkan 15 hevur ólavsøkukórið sína fyrstu venjing í Læraraskúlahøllini. Har verða eisini kórvenjingar teir næstu fýra sunnudagarnar, tríggjar tímar hvørja ferð, umframt týskvøldið 26. juli frá klokkan 19 til 21.30 og møguliga eisini hóskvøldið 28. juli.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her