Leita á in.fo

Pætur Hjalmar Evensson 04.01.2019 (14:31)

Ole Jakob: - Lívið er eitt ævintýr

- Tú kanst ikki sigra á lívinum. Tú kanst bara liva tað. Tað er ikki so langt ímillum barndómin og vaksna lívið, sum tú heldur. Lívið er eitt ævintýr, mann má lata hjarta upp fyri tí.

 

Soleiðis sigur Ole Jakob Nielsen um Hobba-holuna, sum hann sjálvur hevur bygt. Tað er suðurafrikanska filmsliðið, Green Renaissance, sum hevur gjørt eina videosamrøðu við listamannin í Leynum.

 

Hann fortelur, at sum smádrongur las pápi hansara altíð søgur fyri honum. Hesa siðvenjuna hevur hann hildið við líka saman við børnum sínum, og tey fingu eitt serligt tilknýti til bókina um Hobban. Ole Jakob Nielsen fór tí undir at byggja eina Hobba-smáttu, og eftir einar tríggjar mánaðir stóð hon klár.

 

Hetta er heldur ævintýrakent, og Hobba-holan ger fyri hann, at ævintýrið ongantíð er langt burtur.

 

- Mann livir bara einaferð, so tað hevur bara at vera eitt ævintýr, sigur dóttir hansara, Rakel Helmsdal.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her