Ole Thestrup farin

Sjónleikarin Ole Thestrup doyði í nátt, 69 ára gamal. Hann hevur seinastu árini stríðst móti lungakrabba.

 

Sjónleikarin er kendur frá filmum sum Busters Verden, Blinkende Lygter og Adams Æbler, umframt eini ørgrynnu av sjónleikarum og teitum.

 

Í 2007 fekk hann Lauritzens-heiðurslønina fyri sína longu yrkisleið í donskum filmi og sjónleiki.

 

Danskir miðlar skriva, at Ole Thestrup var ein litríkur persónur.

- Hann stríddist í fleiri ár við stórar rúsdrekkatrupulleikar. Í 1988 bleiv hann tveittur av einum flogfari í Kanada orsaka av at hann var ovurhonds drukkin. Hann bleiv síðani dømdur tríggjar mánaðir fongsulsrevsing fyri at blíva frá sær sjálvum umborð í flogfarinum. Hetta var tó hendingin, sum hjálpti honum út úr misbrúkinum, skrivar Berlingske.

 

Eftir sita konan Hanne Thestrup og tríggjar døtur.