Leita á in.fo

Jóannes Hansen 17.11.2016 (21:16)

Óli er danskur meistari

Óli Mortensen svam seg nú seinnapartin til danskt meistaraheiti í 800 metra frísvimjing, tá ið hann í finaluni á DM á stuttgeil 2016 í Esbjerg svam teinin uppá 7:57.56. Hetta er samstundis persónligt met hjá Óla við næstan tveimum sekundum, í mun til hansara 7:59.51 frá Ægir-stevnu í februar 2015.

 

Magnus Jákupsson vann silvur í 100 blandað, meðan Frans Johannesen varð nr 4 í 50 bringu og 100 frí, veit svimjing.com at siga.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her