Óli Mortensen vann gull í Lyngby Open

Óli Mortensen vann í morgun gull í 400 metra blandaðari svimjing á langgeil, tá ið tey avgreiddu ta kappingina á Lyngby Open 2017 við tíðini 4:41.61.

 

Svimjing.com skrivar, at tað var rættiliga sannførandi svimjing, har Óli úti á ytstu geil legði seg klárt á odda beinanvegin í firvaldasvimjingini fyri eina løtu at verða eitt lítið sindur innheintaður í rygg, og síðani draga frá aftur í seinnu helvt av ryggsvimjingini, og í bringu og í crawl.

 

Tíðin 4:41.61 er eitt lítið sindur frá hansara persónliga meti á 4:41.42, har Alvi Hjelm so aftur eigur føroyska metið á 4:30.17.