Óli og liðfelagarnir vunnu eisini aðru fjórðingsfinaluna

Sävehof er ein dyst frá at røkka hálvfinalunum í bestu svensku hondbóltsdeildini

Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof spældu í kvøld aðru fjórðingsfinaluna í bestu svensku hondbóltsdeildini, har spælt verður best av fimm dystum.

 

Dysturin var á útivølli móti Malmö. Tað eydnaðist Sävehof - eins og í fyrstu fjórðingsfinaluna - at vinna ein greiðan sigur. Í kvøld vann Sävehof 33-26. Heimaliðið var tó væl við í fyrra hálvleiki, og í steðginum var Sävehof bert á odda 15-14.

 

Óli var saman við Pontus Brolin toppskjútti hjá Sävehof. Teir skutu seks mál hvør. Óli legði eisini upp til trý mál.

 

Komandi hóskvøld klokkan 18 verður triðja fjórðingsfinalan millum Sävehof og Malmö leikt í Partille. Um Sävehof vinnur tann dystin, so eru Óli og liðfelagarnir klárir til hálvfinalurnar.