Óli og liðfelagarnir vunnu seg í fjórðingsfinalurnar í European League

Sävehof stóð fyri einum framúrskarandi avriki móti Hannover-Burgdorf í Partille í kvøld

Mynd: gp.se

Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof hava vunnið seg í fjórðingsfinalurnar í EHF European League, har Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Flensburg-Handewitt vera mótstøðumennirnir.

 

Sävehof vann í kvøld í seinnu áttandapartsfinaluna ein flottan 34-25 sigur á týska bundesliga-liðnum, Hannover Burgdorf. Hannover Burgdorf vann fyrra dystin 34-30, so talan gjørdist um ein samlaðan 64-59 áttandapartsfinalusigur til Sävehof. 

 

Sävehof var á odda 18-14 í steðginum, og tá var samlaða støðan javnleikur 48-48, men Sävehof legði aftrat í seinna hálvleiki, og framdi eitt av fremstu avrikunum í EHF European League hetta kappingarárið.

 

Óli skoraði tvey mál, umframt at leggja upp til mál hjá liðfeløgunum. 

 

Flensburg-Handewitt, ið er triðfremst í bundesliguni verður greiður favorittur móti Sävehof, men Óli og liðfelagarnir hava einki at tapa í fjórðingsfinalunum móti favorittunum úr bundesliguni. Teir hava longu prógvað í kvøld, at knotur eru í teimum. 

 

Tað er tætt millum dystirnar hjá Sävehof. Fríggjakvøldið klokkan 18 spælir Sävehof fyrstu fjórðingsfinaluna móti Malmö á heimavølli í Partille. Spælt verður best av fimm dystum. 

 

 

 

Mynd: gp.se