Óli tók metið hjá Pál

Óli Mortensen var stóri sigursharrin í FM í svimjing á stuttgeil, sum hevur verið í Gundadali um vikuskiftið

Óli Mortensen var stóri sigursharrin í FM í svimjing á stuttgeil, sum hevur verið í Gundadali um vikuskiftið.

 

Óli vann 16 gullheiðursmerki og tvey silvursheiðursmerki, og tað er met. Pál Joensen átti gamla metið við 15 gullheiðursmerkjum í einari FM kapping.

 

Trý av gullheiðursmerkinum hjá Óla Mortensen vórðu vunnin í liðsvimjingini, har Havnar Svimjifelag vann allar tríggjar liðsvimjingarnar hjá monnum.

 

Óli vann allar kappingarnar, hann luttók í, uttan 400 metra blandað og 50 m frí, har hann tapti ávíkavist móti Alva Hjelm úr Ægi og Rólant Toftum úr Susvim.

 

Óli Mortensen luttók ikki í bringusvimjing, har er Rólant Toftum bestur. Hann vann alla bringusvimjingina.