Leita á in.fo

Krambatangi

Pætur Hjalmar Evensson 11.01.2019 (13:16)

Oljudálking á Krambatanga: Sløkkiliðið boðsent

Fyri lítlari løtu síðani varð Tvøroyrar Sløkkilið sent á Krambatanga í sambandi við oljudálking. Gassolja flýtur á sjónum, og hetta verður í løtuni kannað.

 

- Tað er eitt sindur ov tíðliga hjá okkum at siga, hvat hetta er fyri nakað enn. Vit eru júst komnir á staðið, men hetta skal í øllum førum takast upp, sigur Annfin Leo, sløkkiliðsleiðari í stuttari viðmerking til in.fo.

 

Oljan er allarhelst komin frá einum skipi, men hvat og hvussu, veit mann ikki enn. 

 

Oljudálking á sjónum er ein afturvendandi trupulleiki, bæði út frá landi, men serliga inni í havnum. Ein vanlig orsøkin er, at olja rennur yvir, tá bunkrað verður. Umhvørvisstovan skrivar, at tað eigur ikki at koma fyri, at olja rennur á sjógv. Orsøkirnar til flestu óhappini eru ósketni og vantandi mannagongdir. Oljudálking er revsiverd - eisini um tað ikki verður gjørt við vilja. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her