Leita á in.fo

Danjal av Rana 14.03.2019 (10:03)

Oljuleiting og vegagerð til viðgerðar í Løgtinginum

11 mál eru á skrá hjá tingfólkunum at viðgera á tingfundinum í dag.

 

Fyrst er talan um tvær atkvøðugreiðslur um tveir fyrispurningar, um Jógvan Skorheim hevur sett ávikavist Høgna Hoydal og Honnu Jensen, um fiskiskap á Føroya Banka og um heimaundirvísing.

 

Triðja málið á skrá, er at velja eina §25 nevnd, sum skal viðgera uppskotið hjá løgtingsformanninum um samsýning og eftirløn løgtingsmanna.

 

Síðani koma sjey mál til fyrstu viðgerð.

 

Tað fyrsta er umstrídda málið um at leita eftir olju undir Føroyum. Tað er uppskotið hjá landsstýrismanninum í vinnumálum um at lata fimta útbjóðingarumfarið upp, so at oljufeløg kunnu bjóða upp á møguleikan at leita eftir olju undir Føroyum.

 

Uppskotið hevur møtt nógvum atfinningum frá umhvørvisverndarfelagsskapum og umhvørvisáhugaðum, sum peika á andsøgnina í, at Føroyar skriva undir Paríssáttmálan um at minka um útlátið, men samstundis leggja upp til at leita eftir meiri olju, sum økir um útlátið. Um somu tíð er útlátið í Føroyum bara vaksið, síðani Paríssáttmálin bleiv undirskrivaður.

 

Málið verður eftir viðgerðina beint í vinnunevndina.

 

Síðani koma tvey mál um broytingar í Vinnufelagalógini, sum eisini verða beind í Vinnunevndina.

 

Samferðslumálaráðið eigur næsta uppskotið á skrá, sum er eitt uppskot um at broyta útbjóðingina av rakstrinum av Bygdaleiðum úr fimm árum upp í sjey ár. Bæði Strandfaraskip Landsins og vinnan hava biðið um, at longdin á skeiðnum verður longt upp í sjey ár, og hesum vil Samferðslumálaráðið líka, men tað krevur eina samtykt frá løgtinginum.

 

Tey bæði næstu málini eru nógv umrøddu innkomuvegirnir í samband við Eysturoyartunnilin. Seinni í vár verður liðugt at spreingja tunnilin og í seinasta lagi næsta summar verður koyrandi gjøgnum tunnilin. Men hvørki Streymoyarmegin ella Eysturoyarmegin er vegakervið fyrireikað til nýggju ferðsluleiðina.

 

Nú hevur Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, lagt tvey lógaruppskot fyri tingið um hesar innkomuvegir. Uppskotini eru ikki serliga fullfíggjað viðgongur landsstýrismaðurin sjálvur. Uppskotið um innkomuveg í Runavík ljóðar soleiðis:

- Landsstýrismanninum verður heimilað at skipa fyri, at nýggjur landsvegur verður gjørdur av Glyvravegi, gjøgnum fjøruna og eftir havnalagnum í Saltangará og Runavík, og til nýggja tunnilsvegin í Rókini. Byggiútreiðslurnar til verkætlanina kunnu í mesta lagi vera 35 milliónir krónur.

 

Uppskotið um innkomuveg til Havnar ljóðar soleiðis:

- Landsstýrismanninum verður heimilað at skipa fyri, at nýggjur landsvegur verður gjørdur frá Kaldbaksvegnum, umvegis Skarðshjalla móti rundkoyringini við Hvítanesvegin oman fyri munnan til Eysturoyartunnilin, og síðani norður um Havnina til Villingardalsvegin. Byggiútreiðslurnar til verkætlanina kunnu í mesta lagi vera 114 milliónir krónur.

 

Bæði vegauppskotini verða beind í Fíggjarnevndina.

 

Seinasta lógaruppskotið, sum skal viðgerast í dag er eitt uppskot frá Heðini Mortensen, landsstýrismanni í arbeiðsmarknaðarmálum, um at banna mismuni og tryggja javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum. Hetta uppskotið líkist nógv uppskotinum, sum Sonja Jógvansdóttir legði fram í fjør, men gevur rætt til fleiri undantøk. Hetta málið verður beint í Rættarnevndina.

 

Seinasta mál á skrá eru møguligar framløgur av nýggjum uppskotum.

 

Tingfundurin byrjaði klokkan 10.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her