Leita á in.fo

Danjal av Rana 25.09.2017 (18:23)

Omanfyri 200 hval løgdu beinini

- Drápið gekk bæði skjótt og væl, sigur Ludvík við Stein, grindaformaður í Skálabotni, har springararnir løgdu beinini fyri løtu síðani.

 

Eftir fleiri smærri grindir higartil í ár, fingu grindamenn í Skálafirði veruliga roynt seg í dag, tá ein bólkur av springarum vórðu funnir í Nólsoyarfirði.

 

Úr Havn vóru boðini, at har skuldu teir ikki haldast til, og tí vórðu teir riknir inn á Skálafjørð.

 

Ludvík við Stein sigur, at hóast ikki nógvir bátar tóku lut í rakstrinum, so gekk tað hampuliga væl.

- Tað gekk eitt sindur trátt inneftir, men tá vit komu heilt inn, uppførdu springararnir seg róliga, sigur hann.

 

Sýslumaðurin skal nú taka støðu til hvussu býtast skal, men Ludvík við Stein væntar, at talan verður um drápspartar.

- Nú verða hvalirnir sleipaður upp her í Skálabotni, og síðani koyrdir við lastbili til Skála. Har verða teir so fyrst merktir og býttir og so skornir upp, tá seðlarnir eru komnir, sigur hann.

 

Enn er ikki vist, um seðlarnir koma út í kvøld ella í morgin árini.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her