Ómegd hjá Kaj Leo og Jørgen gav Høgna uppgávuna

Tey, sum skelda mest um fiskivinnupolitikkin, hava sjálv tveitt handklæðið í ringin

Tey, sum skelda mest um fiskivinnupolitikkin, hava sjálv tveitt handklæðið í ringin

 

Tað sigur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður.

 

Hann vísir í lesarabrævi á, at tá fiskiloyvini fyri 10 árum síðani blivu uppsøgd – m. a. av núverandi andstøðuflokkum – bleiv sagt, at vit skuldu hava eina nýggja fiskivinnuskipan.

 

– Síðan hava nógvir flokkar – eisini verandi andstøðuflokkar – aftur og aftur sett sær fyri at fremja nýskipanina.

 

– Men teir hava ikki gjørt tað. Teir hava ikki viljað farið undir tað stóra stríðið, tað krevur. Teir hava ikki viljað rindað tann politiska prís, sum tað kostar. Teir hava ikki havt dirvið til at staðið við tað, teir hava fráboðað í valstríðunum.

 

– Teir hava, stutt sagt, ikki megnað tað, sigur Sjúrður Skaale í viðmerkingini, sum kann lesast á in.fo

 

Hann sigur, at tá ein politikari ikki klárar at gera nakað, sum má gerast – so letur hann tað upp í hendurnar á onkrum øðrum. Onkrum sum má gera tað, viðkomandi ikki kláraði.

 

– Orsøkin til, at Høgni Hoydal og sitandi samgonga nú standa við uppgávuni er bara hendan:

 

– Onnur, sum hava havt hana, hava ikki loyst hana. Tey hava ikki torað ella dugað ella klárað tað. Tey hava tveitt handklæðið í ringin, sigur Sjúrður Skaale.

 

Viðmerkingin hjá Sjúrði Skaale kann lesast VIÐ AT TRÝSTA HER