Leita á in.fo

Mynd: The Guardian

Sólvit Nolsø 20.04.2017 (12:40)

Ongin atgongd í bretskt sjóøki

40% av inntøkunum í danska fiskiflotanum stava frá fiskiskapi í bretskum sjóøki. Hesar inntøkur kunnu koma í vanda, nú Bretland hevur sett ferð á manngongdina, ið til endans skal melda Bretland úr ES.

 

Tað skrivar danska TV2.

 

Bretska stjórnin hevur melda greitt út, at teir ætla at taka ræði aftur á teirra sjóøki og at fyribils lata aftur fyri fiskiskipum úr ES londum. Í øllum førum inntil ein semja er fingin uppá pláss millum partarnar. Tað er tó einki, ið bendir á, at Bretland er sinnað at lata fiskiskip úr ES fáa líka góða atgongd, sum teir hava í dag.

 

Danir eru ikki sinnaðir at lata rættindir fara uttan víðari og eru til reiðar at fara víðari til dómstólar við málinum, ið skal staðfesta, at danir hava ein søguligan rætt at fiska í bretskum sjóøki.

 

Svend Erik Andesen, formaður í danska fiskimannafelagnum, sigur, at líka síðan 1983 hava partarnir verið samdir um ein býtislykil í fiskiskapinum í bretskum og ES sjógvi og tað er eingin orsøk at broyta tað nú.