Týskvøldið vóru tey seinastu trý landsliðini funnin, ið skulu kappast í EM-endaspælinum í fótbólti í Týsklandi í summar.
Tað blivu Georgia - á fyrsta sinni nakrantíð - Ukraina og Póland, ið fóru avstað við trimum teimum seinastu plássunum.
Innleiðandi EM-bólkarnir síggja soleiðis út:
A: Týskland, Ungarn, Skotland og Sveis.
B: Spania, Albania, Kroatia og Italia.
C: Ongland, Danmark, Slovenia og Serbia.
D: Frakland, Eysturríki, Niðurlond og Póland.
E: Belgia, Rumenia, Slovakia og Ukraina.
F: Portugal, Turkakland, Kekkia og Georgia.
Veddingarfyritøkurnar hava Frakland og Ongland sum høvuðsfavorittar til at vinna EM-gull. Triðstørsti favoritturin er vertstjóðin, Týskland.
Sambært oddsunum higartil upp á EM-endaspælið er møguleikin 22 prosent hjá bæði Fraklandi og hjá Onglandi at vinna EM-gull:
Landslið: | Møguleikin at vinna EM-gull |
Ongland | 22% |
Frakland | 22% |
Týskland | 14% |
Spania | 13% |
Portugal | 11% |
Belgia | 7% |
Italia | 7% |
Niðurlond Danmark |
6% 1,8% |