Leita á in.fo

Tað er hendan myndin av Magna Arge, ið Paul Watson hevur deilt við sínar fylgjarar

Hallur av Rana 14.09.2018 (12:58)

- Ongum dámar at koma í ein sjittstorm

Springaradrápið í Hvalvík týsdagin er blivið tað heitasta kjakevnið í føroyska samfelagnum seinastu dagarnar. Serliga aftaná, at upptøkur hjá Sea Shepherd vísa, at drápið ikki hilnaðist serliga væl. Upptøkurnar eru sendar til miðlar kring allan heimin, ið enn einaferð skriva søgur um blóðug hvaladráp í Føroyum.


Hóast tað eru Føroyar sum samfelag, ið standa fyri skotum í hesum døgum, so er tað serliga ein persónur, sum í løtuni upplivir nógvan ágang frá Sea Shepherd og teirra viðhaldsfólk. Tað er Magni Arge, fólkatingslimur fyri Tjóðveldi, ið av tilvild var til staðar til drápið týsdagin.


Í summar hava fólk hjá Sea Shepherd sent beinleiðis upptøkur úr grindadrápum á facebook-síðuni Sea Shepherd Faroe Islands Campaign. Tað gjørdu tey eisini týsdagin og er tað haðani at upptøkurnar hjá felagsskapinum stava frá. Í kjalarvørrinum av drápinum hava tey lagt eitt sjónband út, har víst verður á, at fólkatingslimurin Magni Arge tók lut í drápinum. Upptøkurnar vísa, hvussu hann hjálpir við at toga springarar upp á turt.


Eisini Paul Watson, leiðari fyri Sea Shepherd, hevur deilt eina mynd, har víst verður á, at ein danskur fólkatingslimur, Magni Arge, tók lut í drápinum.


- Danir, ið sum ES-land ikki kunnu veiða delfinir og hvalir, siga at tey einki kunna gera við grindadráp í Føroyum, av tí at Føroyar (sum ikki eru limir í ES) eru sjálvstøðugar. Hvussu ber tað so til, at ein mynd er tikin av einum donskum fólkatingslimi, ið luttók í drápinum av 210 springarum í dag, spyr viðkomandi, ið hevur skrivað tekstin til myndina av Magna Arge.


Ikki óvæntað hevur umrøðan av leiklutinum hjá Magni Arge ført til, at viðhaldsfólk hjá Sea Shepherd hava vent sær til hansara á sosialum miðlum. Við Miðlahúsið sigur Magni Arge, at hann hevur upplivan størri ágang enn vanligt á sosialum miðlum, harav serliga á Twitter. Men í einum sms-boðum sigu hann, at hann kundi ikki siga nei til at hjálpa.


- Hugsi ikki nøkrum dámar at koma í einum sjittstorm. Heldur ikki mær. Og í afturljósi var tað kanska betur ógjørt, um alt ikki fór rætt fram. Men tilvildin lagaði tað so, at eg var har júst tá, og vildi ikki siga nei, tá heitt var á meg at veita eina hjálpandi hond at hála í ein enda, skrivar Magni Arge.


Hann vísir eisini á, at hann er vanur at verja føroyska hvalaveiðu, men at hann er klárur, um man ynskir at eftirmeta, um tað er rætt at veiða springarar.


- Annars havi eg ofta og mangastaðni vart rættin hjá føroyingum at gagnnýta tilfeingið í havinum burðardygt, og eisini fingið ákoyringar fyri tað. Tí tað haldi eg er rætt. Hinvegin havi eg heldur einki ímóti, at vit viðgera og eftirmeta, um tað er rætt, at halda fram við springaraveiðu, skrivar Magni Arge.  


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her