fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 10°C

Vindur 14.6m/s

Leita á in.fo

(Mynd: DR)

Eyðun Klakstein 11.01.2018 (16:17)

Onkur helt eg tosaði ov nógv

Danski sjónvarpsmaðurin Anders Lund Madsen hevur gjørt sjónvarpstrírøð úr Fugloy, sum hevur verið at sæð á DR1, og sum nú eisini verður send í KvF. Sjónvarpsrøðin lýsir á hugtakandi hátt fólkið og lívið í Fugloynni. 


– Vit vóru væl móttikin, og fólk vóru sera gestablíð. Eg veit væl, tað er eitt sindur irriterandi, at eg komi við einum upptøkuliði til Fugloyar at vera í ein mánað, men tey vandu seg við okkum, og tað gjørdist eitt deiligt summar, sigur Anders Lund Madsen við VikuskiftisSosialin, sum kemur út í kvøld.

– Onkur av fólkunum skuldu líka brúka nakað av tíð, áðrenn tey blotnaðu, og tað skilji eg ómetaliga væl. Vit komu til eitt friðarligt stað, har fólk ikki nýtast at tosa við nakran í fleiri dagar, og so gangi eg knappliga har og snakki allatíðina. Eg eri uppvaksin í Keypmannahavn, havi gjørt nógv radio og tosi nógv, og onkur helt eitt sindur speiskliga fyri, at eg skuldi farið aftur til Danmarkar, tí eg tosaði allatíðina, sigur Anders Lund Madsen, sum fekk nógvar upplivingar í náttúruni í Fugloy.

– Skalt tú veiða fugl á Østerbro, mást tú koyra á dúgvur við bilinum. Tað er nakað annað at sita úti í náttúrini í Fugloy og stara og bíða, sigur hann.

Les longri samrøðu við Anders Lund Madsen í Sosialinum, sum kemur út í dag.

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her