fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 9.6m/s

Leita á in.fo

Annika Kunoy Im 15.04.2018 (10:52)

Opera sangarin Elsa Súsanna fekk staðfest angist

Tíðina eftir at opera sangarin Elsa Súsanna Dalsgaard var liðug at lesa tónleik á Kgl. Danska Musikkonservatorinum, hevði hon ymiskt fyrifallandi arbeiði í Danmark. Hon hevði tó tann trupulleikan, at hon ofta møtti ov seint til arbeiðis. Hon skilti ikki tá, hvør orsøkin var til, at hon ferð eftir ferð misti starvið, tí hon møtti alt ov seint ella gloymdi, at hon skuldi til arbeiðis.

 

 

Les eisini: Angist er bæði umfatandi og vanligt

 

 

– Tað var eyðmýkandi, og eg varð knúst hvørja ferð, tað hendi, sigur hon.

 

 

Tá Elsa Súsanna var 38 ára gomul, flutti hon til Noregs at búgva, tí hon fekk dreymastarvið sum operasangari í Operakórinum í Oslo. Hon greiðir frá, at tað passaði væl til sín, tí hon ikki skuldi møta tíðliga til arbeiðis.

 

 

– Tað byrjaði at glíða kortini. Hóast eg var uppi klokkan sjey, fór undir brúsu og var klár at fara til arbeiðis ein tíma áðrenn, eg skuldi møta, fekk eg meg ikki út um dyrnar. Eg stóð og hugdi at hurðini, og eg fekk fleiri tankar um, hví eg ikki kundi fara. Til síðst fekk eg pressað meg gjøgnum dyrnar, sigur hon.

 

 

Tá hon hevði tað soleiðis, varð hon ólukkulig og útlúgvað, og hon kendi fleiri sjúkueyðkenni.

 

 

– Eg kundi sova alt døgnið, og eg hevði ilt alla møguliga staðni, og tað er eisini ein máti at rýma undan kensluni, sigur hon.

 

 

Á arbeiðsplássinum løgdu tey sjálvsagt til merkis, at Elsa Súsanna møtti illa upp. Hon varð innkallað til fund, og hon fekk at vita, at fekfelagsumboð skuldi við á fundin. Tá visti hon, hvat fundurin fór at snúgva seg um, og hon var ræðslusligin fyri, at hon nú fór at missa dreymastarvið í operakórinum. Lukkutíð var Elsa Súsanna byrjað at ganga til sálarfrøðing, tá hon flutti til Noregs. Hetta var annað árið, at hon gekk hjá sálarfrøðinginum, og hon tosaði við hann um fundin, áðrenn hon fór.

 

 

 – Hann spyr meg, hví eg so ofta komi ov seint til arbeiðis. Eg segði, at eg helt, at eg var sjálvoyðandi. Tað tók sálarfrøðingurin als ikki undir við, tí operasangurin var jú mín lívsæðr, sigur hon.

 

 

Sálarfrøðingurin greiddi henni frá, at hon hevði angist. Inni í høvdinum hevði hon eina ræðslu fyri at fara út millum fólk, sum hon onkursvegna hevði klárað at doyvt, tá tað kom til starvið hjá henni, tí tað var so umráðandi og altavgerandi fyri hana.

 

 

– Eg kendi, at arbeiðið var tað einasta í lívinum, sum fungeraði, greiðir hon frá. Sálarfrøðingurin mælir henni síðani til, at hon fer til fundin og greiðir teimum frá, at hon hevur sálarligu líðingina angist. Eisini skuldi hon siga teimum, at hon í samráð við sálarfrøðing arbeiddi við líðingini, og vildu tey vita meir um angistina, so kundu tey seta seg í samband við hann. Hon skuldi eisini biðja um eitt tíðarskeið, har arbeiðsgevarin loyvdi henni eitt rásarúm, soleiðis at hon, tá hon kendi angist, fekk boðað arbeiðsplássinum frá, at hon var sein á veg ella ikki fekk komið tann dagin.

 

 

– Eisini gav hann mær eina hárnál við lítlum perlum á. Hann segði, at dóttir hansara hevði gjørt hana. Eg skuldi lova honum, at eg hevði hana á mær á einum sjónligum staði, og hvørjaferð eg merkti, at eg varð álopin skuldi eg nerta við hárnálina og siga ‘eg havi lov at vera her’, sigur hon.

 

 

– Eg helt, at hann var púra gagg, men opinleikin riggaði, sigur hon frá. Umframt at Elsa Súsanna skuldi greiða arbeiðsplássinum frá um orsøkina til vánaligu uppmøtingina, so skuldi hon eisini sjálv góðtaka og læra meir um diagnosuna, sum hon júst hevði fingið.

 

 

– Angistin var millum annað komin av, at lunnar undir mínum sosiala lívi vóru so skeivar orsakað av happingini frá barndóminum, sigur hon frá.

 

 

Les eisini: Á leið 12-20 prosent stríðast við angist

 

 

– Eg hevði ikki álit á fólki. Eg kundi verða boðin til eitthvørt og verða pyntað og klár at fara avstað og síðani broyta hugsan, sigur hon.

 

 

Elsa Súsanna og sálarfrøðingurin tosaðu saman einaferð um vikuna í fýra ár. Hendan áhaldandi tíðin saman við sálarfrøðinginum hjálpti henni burtur úr bæði tunglyndi og angist. Hon kennir seg hepna, at hon fekk starvið í Noregi, og at hon kundi ganga til sama sálarfrøðing ein tíma hvørja viku í fýra ár. Eftir fýra ár við millum annað kognitivari terapi avgjørdi hon at gevast við samrøðunum við sálarfrøðing. Tá hevði hon lært at lesa mynstrini í tí, sum hon gjørdi og síðani at broyta tey. 

 

 

(brot úr grein úr Vikuskiftis Sosialinum, sum hetta vikuskifti setur sjóneykuna á angist. Øll greinin kann lesast í blaðnum)


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her