Operasangarinnan Elsu Waage í Norðurlandahúsinum

Komandi leygardag 16. september kl. 16. verður konsert við íslendsku operasangarinnuni, Elsu Waage,  í Norðurlandahúsinum.

 

Elsa Waage, sum hevur ættarfólk í Føroyum, hevur sína útbúgving frá Reykjavíkar konservatorium og seinni í Týsklandi, Hálandi og fekk Batchelor í Tónleiki í USA. Hon búðið eitt skiftið í New York. Har var hon í nøkur ár limur av New Jersey Opera Institute, og síðani búðið hon í Italiu fleiri ár, har hon var sera virkin á palli.

 

Við sær hevur hon ungarnsku pianistinnuna Antoniu Hevesi, sum fekk prógv á F.Liszt Tónlistaskúlanum m.a. í kórleiðslu og er eisini útbúgving í orgulspæi i Graz í Eysturríki hjá org. Prof. Otto Bruckner. Hon hevur hildið fjøldir av pianokonsertum og verið undirleikari í t.d. Ungarn, Eysturríki, Spaniu, Bretlandi og fleiri øðrum londum.

 

Tær stovnaðu saman í Íslandi Operaakademiið!

 

Elsa fer at framføra  undir heitinum “My favorite Divas and their songs” sum t.d.

“Ich bin von kopf bis fuss” (Marlene Dietrich)

“Habanera” (Maria Callas)

“Can’t help loving that man (Ava Gardner)

“La via en rose” (Edith Piaf)

“Moon River” (Audrey Hepburn)

“My heart belongs to daddy” (Marlyn Monroe)

“ Litli fuglunn (Ellý Vilhjálms)

 

Og onnur kend løg.

 

Hetta er ein løtt spennandi skrá við kendum og onkrum minni kendum løgum, sum varðir í slakan tíma.