fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 1.6m/s

Leita á in.fo

Súsanna Bertholdsen 16.06.2017 (23:51)

Opið bræv til Boga Godtfred

Góði Bogi

 

Eg eri ikki sørt vónbrotin av innslagnum í Degi og viku í gjárkvøldi um heilsuútbúgvingarnar. "Tað er trupult at fáa fólk til Suðuroyar".

 

Tað eru kanska 20 ófaklærd í heimataænastuni í Tórshavnar kommunu, sum vilja vera við, at frástøðan er ein trupulleiki.

 

Hvat við øllum teim hundratals næmingunum, sum hava lokið prógv á Heilsuskúlanum og hava stórtrivist her suðuri.

 

Hví verða teirra útsagnir ikki ein yvirskrift? T.d. "Heilsuskúlin liggur gott her í Suðri, so vónandi verður hann ikki fluttur. Eg fari heim við nógvum góðum upplivingum, sum eg als ikki hevði fingið, um skúlin lá, har tað var koyrandi til og frá".

 

Skeiðið, sum ALS skipar fyri, hevur verið á Heiminum á Grønanesi hesa vikuna. Hví hava tit ikki verið har og kanna málið? Hvussu nógv fólk eru á skeiði? Hvør undirvísir? Hvørjir førleikar hava tey, sum undirvísa? Verður "prógvhandan" í dag, tá skeiðið endar, so skeiðsluttakarar eru klárir at fara til arbeiðis at taka sær av teim veikastu í samfelagnum?

 

Hvar er virðingin fyri starvinum?

 

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við Heilsuskúlan, so føroyingar hava møguleika fyri at fáa eina meira fjølbroytta mynd av veruleikanum enn tann, sum Tórshavnar kommuna hevur uppfunnið.

 

Eg vænti og vóni, at tit taka tráðin upp aftur í kvøld í Degi og viku og siga ta góðu søguna um Heilsuskúla Føroya í Suðuroynni.

 

 

Blíðar heilsur

 

Súsanna Bertholdsen