fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 4.9m/s

Leita á in.fo

Hallur av Rana 14.05.2018 (18:26)

- Ótrúligt at ímynda sær

- Tað er ótrúligt at ímynda sær, at tað, í 2018, veruliga er neyðugt hjá fakfeløgunum á privata arbeiðsmarknaðinum í sáttmálasamráðingunum at skulu stríðast við áseting, sum verjir starvsfólkini móti ósakligari uppsøgn.


Tað skrivar Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum, í lesarabrævi í dag, har hann vegna felagið stuðlar fakfeløgunum á privata arbeiðsmarknaðinum, sum m.a. krevja, at starvsfólk á privata arbeiðsmarknaðinum skulu vera vard móti ósakligum uppsagnum.


Fakfelagsformaðurin vísir til samráðingarnar millum arbeiðarafeløgini og Føroya Arbeiðsgevarafelag, har millum annað verður tingast um viðurskiftir í samband við uppsøgn av starvsfólkum.


- Eitt av sáttmálakrøvunum hjá arbeiðarafeløgunum er, at ásett verður í sáttmála, at arbeiðsgevarar ikki mugu siga starvsfólk úr starvi, um uppsøgnin er órímiligt ella ósaklig.  Júst, so sum kravið er á almenna arbeiðsmarknaðinum, og sum kravið er á arbeiðsmarknaðinum generelt í okkara nærmastu grannalondum, skrivar Súni Selfoss og heldur á.


- Men í Føroyum er hettar ein so stórur gloypibiti hjá arbeiðgevarunum, at teir tykjast vera til reiðar at leggja alt landið lamið fyri hesa søk. Sum aðrastaðni leingi hevur verið ein heilt natúrligur rættur.


Súni Selfoss vísir á, at almenn starvsfólk í Føroyum eru vard gjøgnum fyrisitingarrættin og í grannalondum hava flest øll starvsfólk okkurt slag av verju, ið tryggjar at tey ikki verða uppsøgd av ósakligum grundum. Men í Føroyum er støðan ein onnur.


- Fyri at skera tað út í papp, so kann ein arbeiðsgevari á privata arbeiðsmarknaðinum í Føroyum í prinsippinum gott loyva sær at siga fólk úr starvi, tí viðkomandi er reyðhærdur, er lítil á vøkstri, er í skjúrtu, arbeiðsgevarin ikki dámar – ella er skallutur sum eg!


- So leingi uppsøgnin ikki ger seg beinleiðis inn á javnstøðulógina ella aðra ítøkiliga lóggávu, so hevur arbeiðsgevarin fríar ræsur. Og tað er rættuliga frítt.


Til ber at lesa alt lesarabrævið hjá Súni Selfoss, har hann veitir arbeiðarafeløgunum fullan stuðul, við at trýsta á her.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her