Ov nógvur gangur av skipum í Norðhavnini

Býráðslimur í Klaksvík vil hava at vita, hvørji krøv verða sett skipum í sambandi við larm og útlát, og hvussu stórar inntøkur havnin hevur av útlenskum skipum

 

– Nú útbygging av Norðhavnini óivað aftur verður raðfest høgt, sum uppskotið ið nýliga varð sent býráðnum leggur upp til, er umráðandi, at havnaøkið í kommununi verður betur skipað sum heild og eisini viðvíkjandi larmi og útláti.

 

Tað sigur Gunvá við Keldu, býráðslimur fyri Fólkaflokkin og fyrrverandi borgarstjóri í Klaksvík. Hon hevur sent vinnu- og havnarnevndini skriv við spurningum hesum viðvíkjandi.

 

– Greitt má vera, hvørjar treytir kommunan sjálv kann seta, og hvørjar treytir kommunan má ávirka landsmyndugleikarnar at arbeiða við og uppfylla, sigur hon.

 

Gunvá við Keldu fegnast um, at karmarnir ígjøgnum árini hava staðið í menning, og at virksemið er økt.

 

– Umframt tað góða, ið fylgir við økta virkseminum, uppliva vit eisini vansar, ið kommunan má og eigur at taka sær av, sigur hon og vísir á, at sum økingin av ferðsluni hevur verið, er bæði larmur og útlát eisini økt.

 

– Tað er uppgávan hjá kommununi at upplýsa borgararnar um, hvørjar ætlanir eru í sambandi við tálman av hesum vansum, ið til tíðir er ov nógv.

 

Hon sigur, at í summar vórðu mátingar av larmi frá Norðhavnini gjørdar, sum vístu 65 decibel uttandura og 45 dB innandura í íbúðarøkinum í Ánunum. Umhvørvisstovan hevur upplýst, at hægst loyvda mát er 45 dB um dagin og 35 dB eftir klokkan 17 fyri mát gjørd uttandura í íbúðarøki.

 

– Hesi tøl eru ov høg og mugu tí tálmast, sigur hon og setir havna- og Vinnunevndinini hesar spurningar:

 

1. Hvørji krøv verða sett skipunum í sambandi við larm?

 

2. Hvørji krøv verða sett skipunum í sambandi við útlát?

 

3. Hvør er inntøkan (kr.) av fremmandum skipum ígjøgnum eitt ár

 

4. Hvørjar ætlanir hevur nevndin/býráðið í sambandi við tálman av larmi og útláti?

 

Hon heitir á havnar- og vinnunevndina um at viðgera hetta skjótast tilber og svara aftur.

 

– Sum kunnugt er hetta eitt mál, ið órógvar nógv og hevur stóran mistrivna við sær. Umráðandi er, tá ið kommunan ger útbyggingar, at vera uppá forkant og ikki í seinna enda hava torført við at liva upp til krøvini, tá ið útbyggingin er framd og gerandisdagurin byrjaður, sigur Gunvá við Keldu.