Leita á in.fo

Pætur Albinus 12.10.2017 (19:40)

Ove á veg til Føroya

Tað er ein størri venjarakabal ávegis í føroyskum fótbólti. Mánadagin skrivaðu vit á in.fo um, at sjey feløg í løtuni eru í venjaraloysi til komandi kappingarár. Tey eru Víkingur, NSÍ, HB, TB/FCS/Royn, Skála, 07 Vestur og AB.


Fyri trimum vikum síðani segði 07 Vestur farvæl við venjaran hetta kappingarárið, Trygva Mortensen, og síðani tá hevur Sigtór A. Petersen fyribils staðið á odda fyri liðnum. Nú bendir á, at ein onnur loysn er ávegis.


Sambært álítandi keldum hjá Miðlahúsinum, so kemur danski venjarin, Ove Christensen, til Føroya seinni í vikuni, her hann skal á vitjan hjá 07 Vesturi í Sørvági og hyggja nærri at liðnum og umstøðunum har.


Ove Christensen er 67 ára gamal, og hann er ein væl kendur venjari í Danmark. Hann hevur eitt nú staðið á odda fyri superligaliðum so sum Viborg FF, Vejle og Randers FC. Hann var seinast venjari hjá Vendsyssel FF í næstbestu deildini.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her