fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 1.6m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 10.07.2018 (15:05)

P-plássini eru burtur med alla

P-plássini, sum seinasta hálvtannað árið hava verið fram við Tinghúsvøllinum á Vaglinum, verða ikki málaði upp aftur. Tað sigur Marius Müller, deildarleiðari í byggi- og umhvørvisdeildini í Tórshavnar kommunu.

 

Síðani skoytibreytin bleiv sett upp á Vaglinum undan jólum í 2016, hava fýra p-básar verið á Vaglinum, fram við Tinghúsvøllinum. Herfyri málaðu fólk frá kommununi tó yvir strikurnar aftur, so at nú er einans hin eini, eitt handikapppláss, eftir.

 

Marius Müller sigur, at p-plássini vóru ein fyribils loysn í samband við at breytin bleiv sett upp og tók plássini í gamla Kommunuskúlagarðinum, men ætlanin var ongantíð, at tey skuldu vera varandi. Tey koma tí heldur ikki aftur.

 

Samstundis bleiv ferðslan eftir Niels Finsens gøtu broytt, so at hon nú er einsrættað frá kioskini hjá Astu og niðan á Káta Hornið. Hetta verður ikki broytt, sigur hann.

 

Tað skapar sum vera man nakað av misnøgd í høvuðsstaðnum, tá p-pláss verða tikin, tí tey mangla í ólukkumát í miðbýnum. Marius Müller sigur, at kommunan er fullgreið um trupulleikan og arbeitt verður við at finna eina góða, varandi loysn.

- Vit hava tó onga ítøkiliga verkætlan, sum vit arbeiða við í løtuni, sigur hann.

 

Handikappplássið fram við Tinghúsvøllinum verður tó verandi.

- Hetta er eitt p-pláss, sum liggur heilt opið, so har er gott pláss hjá fólkum við serligum tørvi at koma í og úr bilinum, eisini teimum, sum sita í koyristóli, sigur hann.

 

- Eisini er ætlanin at snøgga um hýruvognsplássini við Ráðhúsið, at umskipa tað økið eitt sindur og gera tað snøggari. Í hesum sambandi kann vera, at eitt sindur meiri verður tikið av vegnum og til hýruvognsplássið enn nú er, sigur hann.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her