Leita á in.fo

Pætur Dam Jacobsen og liðfelagarnir á Skála-liðnum vunnu týdningarmiklan sigur í Fuglafirði í dag

Heri Simonsen 12.08.2017 (20:50)

Pætur: Gango var okkum góður í dag

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr beinleiðis samrøðuna Rás2 gjørdi við liðskiparan hjá Skála, Pætur Dam Jacobsen, sum saman við liðfeløgunum vann ein týðandi 1-0 sigur á ÍF í Fuglafirði, sum ger, at skálamenn eru fimm stig røttu megin niðurflytingarstrikuna.

 

Pætur Dam Jacobsen staðfestir, at ÍF var betra liðið í fyrra hálvleiki, og tá var Andras Gango í málinum teimum góður við fleiri bjargingum.

 

Pætur Dam Jacobsen heldur tó, at Skála var betra liðið í seinna hálvleiki, tá tað eydnaðist at fáa tað týdningarmikla sigursmálið, sum Brian Jacobsen skoraði. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her