Pætur tryggjaði NSÍ sigurin

At toftamenn ikki megna at skjóta mál er dýrt hjá B68, sum er aftast, meðan NSÍ við sigrinum í kvøld lyfti seg fram á sætta plássið

Pætur Hentze, vongverji í høgru, skoraði málið, tá ið NSÍ í kvøld vann 1-0 á útivølli ímóti B68. Her sæst hann saman við Boubacar Sidik Dabo hjá B68

Hugburðinum bilti einki í kvøld. Í uppgerðini á Svangaskarði ímóti grannunum í NSÍ stríddust teir í B68, og í stuttum sekvensum funnu teir hvønn annan, og fleiri ferðir vóru spentar støður frammanfyri Tórð Thomsen í NSÍ málinum. Men tað eydnaðist ikki B68 at skora mál. NSÍ vann 1-0, og harvið var áttanda tapið hjá B68 á rað í landskappingini veruleiki.

 

Úrtøkan er fimm stig, og B68 er aftast. Landsliðssteðgurin kemur væl við hjá Jákupi á Borg og hansara monnum, nú tað eru 24 dagar inntil næsta dyst. Hann verður 19. juni, tá ið tey bæði botnliðini bresta saman á Skála.

 

Eisini NSÍ var í fleiri góðum støðum í brotsteiginum hjá mótstøðuliðnum, uttan at tað eydnaðist at vinna heilt stórar málmøguleikar.

 

Sigursmálið skoraði Pætur Hentze, tá ið seinni hálvleikur var eitt korter gamal. Í 3-5-2 leikskipan er hann vongverji í høgru. Í hinum borðinum er Pætur Turiðarson Skipanes vongverji, og tað var hann, sum átti innleggið, og við handara stólpa var tað Pætur Hentze, sum við høvdinum stýrdi bóltin í málið.

 

Meinhardt P. Joensen í B68 málinum ruddaði bóltin burtur, men linjudómarin gav til kennar, at bólturin hevði verið innanfyri málstrikuna.

 

22 ára gamli Pætur Hentze er í ár av álvara vorðin lyklaspælari í Runavík. Dysturin í kvøld var nummar 81 hjá honum í bestu deildini, sambært faroesoccer.com, og tilsaman hevur hann skorað fimm mál í landskappingini – eitt í 2017, eitt í fjør, og higartil í ár hevur hann skorað trý mál. Hann var tvífaldur málskjútti, tá ið NSÍ fyri stuttum vann 3-2 á Argjum.

 

Todi Jónsson og hansara menn hava nú vunnið fimm dystir, og tey 15 stigini bera við sær, at NSÍ nú er á sætta plássi. At talan var um triðja sigurin á rað ber boð um, at teir í Runavík eftir sera skinklandi og lítið sannførandi byrjan eru við at samanspæla lið, sum kann fara at vera við í kappingini um fimta plássið.

 

Næsta royndin hjá NSÍ verður 19. juni, tá ið NSÍ fær vitjan av HB.

 

B68 – NSÍ 0-1 (0-0)

 

0-1: Pætur Hentze 61.

 

Dómari: Eiler Rasmussen

 

B68: Meinhardt P. Joensen – Fríði í Túni Petersen (Esmar P. Clementsen, 64.), Aidan Liu, Hjalti Strømsten, Bárður Ó. Jensen – Áki Johannesen, Tonni J. Thomsen (Niels Jensen, 72.), Mohamed Samba (Steffan A. Løkin, 80.) – Boubacar Sidik Dabo, Sebastian Lau Nielsen, Gilli Samuelsen

 

Gult kort: Aidan Liu, Niels Jensen

 

Venjari: Jákup á Borg

 

NSÍ: Tórður Thomsen – Meinhard Debes Geyti, Oddur Á. Højgaard (Albert Róin Johannesen, 79.), Einar Tróndargjógv – Pætur Hentze, Jógvan Højgaard, Betuel Hansen, Mórits Heini Mortensen (Beinir Nolsøe, 79.), Pætur Turiðarson Skipanes (Búi Egilsson, 84.) – Hans Marius Davidsen, Klæmint A. Olsen

 

Gult kort: Mórits Heini Mortensen, Einar Tróndargjógv

 

Venjari: Todi Jónsson

 

-

 

11101033131
Víkingur12912391028
B3611614241019
HB11542231619
EB/Streymur11524152017
NSÍ12507183015
AB12417203413
07 Vestur1123611289
Skála1105611225
B68121298315

Pætur Hentze, vongverji í høgru, skoraði málið, tá ið NSÍ í kvøld vann 1-0 á útivølli ímóti B68. Her sæst hann saman við Boubacar Sidik Dabo hjá B68