Palestinar boykotta Pence

Amerikanski varaforsetin Mike Pence kann ikki vænta at møta palestinska forsetanum Mahmoud Abbas, tá hann kemur á almenna vitjan í økinum um nakrar vikur. Sambært Reuters tíðindastovuni, so hevur uttanríkisráðharrin í stjórnini hjá Mahmoud Abbas gjørt greitt, at forsetin er ikki sinnaður at møta Mike Pence, eftir at Donald Trump fyrr í vikuni kunngjørdi, at USA viðurkennir Jerusalem sum høvuðsstað Ísraels.


Ófriður hevur valdað í Gaza í kjalarvørrinum av almennu kunngerðina hjá amerikanska forsetanum. Eftir at palestinar fríggjadagin skutu rakettir móti ísraelskum búsetingum, drap ísraelski herurin í gjár tveir limir í yvirgangsfelagsskapinum Hamas í einum aftursvari til álopini.


Fráboðanin hjá Donald Trump hevur vakt øði í muslimskar leiðarar kring allan heim, og hava fleiri mótmælir verið kring heimin til tað, ið verður mett at vera eitt bakkast í royndina at skapa frið millum ísraelar og palestinar.


Fleiri heimsleiðarar hava eisini funnist at avgerðini hjá Donald Trump, men ísraelski forsætisráðharrin Benjamin Netanyahu, sum í dag møtist við franska forsetanum Emmanuel Macron, undrast tó yvir atburðin hjá vesturlendskum leiðarum.


- Eg hoyri røddir, ið fordøma søguliga kunngerðina hjá Trump forseta, men eg hoyri ongar røddir, ið fordøma tær rakettir, ið verða skotnar móti Ísrael eftir kunngerðina og ræðuliga eggjanina til brotsverk móti okkum, sigur Netanyahu sambært Reuters.


Jerusalem hevur verið miðdepil í stríðnum millum palestinar og ísraelar. Jerusalem er høvusstaður hjá ísraelska statinum, meðan palestinar ynskja Eysturjerusalem sum høvuðsstað í einum komandi palestinskum stati.