Páll Finnur Páll við einum sangi afturat

Trettan eitur seinna staklagið, sum Páll Finnur Páll hevur givið út í summar

 

Páll Finnur Páll eru aftur farnir til verka.

 

Bólkurin brúkti eitt vikuskifti í apríl at taka upp nýtt tilfar, sum síðani varð sent til ljóðblandingar hjá Theodor Kapnas í Studio Bloch.

 

Fyrra lagið, Hide, kom út fyri nøkrum vikum síðani. Seinna lagið, ið nevnist Trettan, er nú eisini tøkt.

 

Páll Finnur Páll plaga at spæla nógvar konsertir um summarið. So verður ikki í ár. Limirnir halda summarfrí í ár. Einasta konsert verður á Summarfestivalinum. Ætlanin er at frumframføra bæði løgini tá.

 

Trýst á pílin á myndini fyri at hoyra lagið.