Páll hevur avmonterað bumbuna

Løgtingsformaður spreingir ikki samgonguna hesaferð. Men tað var nær við. Seinnapartin legði Páll á Reynatúgvu fram broytingaruppskot, tá pensjónsnýskipanin var til aðru viðgerð í Løgtinginum. Uppskotið hevði til endamáls, at pensjónsaldurin ikki skal hækka.

 

Ein av grundsúlunum undir pensjónsnýskipanini er, at pensjónsaldurin í 2025 hækkar upp í 67,5 ár og í 2030 upp í 68 ár. Hetta var samgongan samd um – enntá øll 17 umboðini, sum umboðaðu samgonguflokkarnar eftir valið 1. september í 2015 – eisini øll tey 8, sum tá umboðaðu Javnaðarflokkin. Eisini Sjálvstýri var við í hesi semju, sum sostatt fevndi um 19 tingfólk.

 

Men so brast løgtingsformaðurin eina bumbu seinnapartin. Kristina Háfoss, fíggjarmálaráðfrú, segði, at um pensjónsaldurin ikki hækkaði – ella um uppskotið hjá løgtingsformanninum varð samtykt, so var eingin pensjónsnýskipan. Soleiðis setti løgtingsformaðurin alla samgonguna upp á spæl.

 

Men nú hevur løgtingsformaðurin boðað frá, at hann tekur uppskoti aftur og atkvøður fyri samgonguni. Sum skilst fer Magni Laksafoss eisini at atkvøða fyri, og tí kann roknast við, at 20 atkvøður fara at vera fyri pensjónsnýskipanini.