fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 10°C

Vindur 3.5m/s

Leita á in.fo

Eyðun Klakstein 10.01.2017 (23:05)

Pápin drap familjuna í Ulstrup

Í gjár vórðu seks fólk funnin deyð í einum húsum í Ulstrup nakað sunnan fyri Randers í Danmark. Deyðu fólkini vóru eini hjún og teirra fýra børn, sum vóru í aldrinum frá 3 til 16 ár.

Løgreglan hevur síðani kannað hendingina, og í kvøld segði løgreglan í fráboðan, at alt bendir á, at tann 45 ára gamli pápin hevði tikið lívið av allari familjuni og síðani sær sjálvum.

Maðurin var giftur einari 42 ára gamlari kvinnu, og tey áttu tvær gentur á 3 og 11 ár og tveir dreingir á 6 og 16 ár.

Anders Uhrskov, varapolitiinpektørur, sigur við Ekstrablaðið, at tey upplýsa sum er ikki, hvussu tey fimm fólkini vórðu funnin dripin.

Miðlar hava nevnt, at tað tóktist verða gassluktur í grannalagnum, men løgreglan sigur, at um ein gassleki var, er tað ikki hann, sum hevur gjørt av við fólkini.

 

 

Sí fleiri myndir frá Polfoto niðanfyri.