Leita á in.fo

Eyðun Klakstein 08.12.2018 (15:14)

París: Hundraðtals fólk handtikin

Tað er ófriðarligt í París aftur í dag. Felagsskapurin »Teir gulu vestarnir« mótmæla búskaparligu nýskipanini hjá forsetanum Emmanuel Macron, sum tey halda hevur við sær hægri livikostnað og størri ójavna millum fólk. 

Mótmælisgongur er í miðbýnum í París – eitt nú á kendu høvuðsgøtuni Champs-Elysees – og samanbrestir hava verið millum mótmælisfólk og løgreglufólk. Fleiri kend støð í París eru stongd í dag – eitt nú Eifeltornið.

Umleið 8000 løgreglufólk eru á gøtunum í París, og løgreglan hevur nýtt táragass ímóti mótmælisfólkum fyrrapartin. Løgreglan metti um middagsleitið, at umleið 1500 fólk vóru við í mótmælunum. 


TV2 skrivar, at tíðliga seinnapartin skuldu umleið 500 fólk verið handtikin orsaka av ófriðinum.

Seinastu tíðina hava nógv mótmæli verið í París, og ófriðurin er tann ringasti í býnum síðani 1960’ini. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her