fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 12°C

Vindur 11.3m/s

Leita á in.fo

Dagfinn Olsen 21.04.2017 (02:59)

París: Møguliga yvirgangur

Franski forsetin Hollande segði á tíðindafundi í kvøld í samband við skotbardagan á Champs Elysées fyrr í kvøld, at nógv bendir á, at talan er um yvirgang.

 

Í løtuni letur til, at hetta er tað, ið vit ítøkiliga vita um hendingina í París:

 

Ein løgreglumaður er deyður í skotbardaga á Camps Elysees. 

 

Tveir løgreglumenn eru særdir. Maðurin, sum lat skot av móti løgregluni, er deyður.

 

Sagt verður, at ein persónbilur koyrdi yvir til ein løgreglubil, og so varð skotið eftir løgegluni við maskinbyrsu, og ein løgreglu maður doyði. 

 

Skjótandi maðurin royndi at flýggja, framvegis skjótandi eftir løgregluni, og særdi tveir løgreglumenn.

 

Løgreglumenn og alvápnaðir hermenn eru í gøtunum kring Champ Elysées. Kenda gøtan er stongd, og tyrlur sveima yvir økinum.