Leita á in.fo

Vilmund Jacobsen 12.06.2018 (22:47)

Partrolarar gera okkurt gott hálið

- Flestu partrolarapør eru til fiskiskap, men fiskiskapurin roynist misjavnur. Tey pør, sum eru hepnast, fáa okkurt gott hálið. Skipini koma inn at landa, sum henda vikan gongur. 

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at fýra partrolarar eru til fiskiskap undir Føroyum, og tað er mest djúpvatnsfiskur, sum skipini liggja eftir. 

 

- Tveir djúpvatnstrolarar landa ætlandi fyrst í vikuni, og síðan landa tveir aðrir seinni í hesi vikuni.

 

Fyrst í vikuni var ein trolbátur á landleiðini, og tveir vóru norðanfyri. Ein trolbátur landaði í gjár, og hinir koma inn at landa seinni í hesi vikuni.

 

- Vit vænta, at øll garnaskipini, sum fiska svartkalva, koma inn at landa hesa vikuna, men fiskiskapurin hjá garnaskipunum er smáligur, verður lagt aftrat.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her