Partrolarar misjavnan fiskiskap

Tað er lítil trolveiða undir Føroyum sum heild, og tað er langt ímillum teir frægu túrarnar.

Seinastu dagarnar hava seks partrolarapør verið til fiskiskap, og væntandi koma øll skipini inn at landa hesa vikuna.

 

- Fiskiskapurin hjá partrolarunum er misjavnur, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.

 

Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at tveir eru á Íslandsrygginum, og ein er eystanfyri.

 

- Skipini á Íslandsrygginum fáa mest av toski og trolarin, sum er eystanfyri, fær mest av svartkalva.

 

Sagt verður, at báðir djúpvatnstrolararnir av Íslandsrygginum koma inn at landa hesa vikuna.

 

Av teimum smærru trolbátunum hevur bert ein verið til fiskiskap seinastu dagarnar.

 

- Teir fiska havtasku og koma inn at landa fyrst í vikuni.

 

Tvey garnaskip fiska svartkalva, og eitt fiskar havtasku. Fiskiskapurin eftir svartkalva er brúkiligur, men í løtuni fæst lítið av havtasku.

 

- Øll garnaskipini koma inn at landa hesa vikuna, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.