fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 4.9m/s

Leita á in.fo

Vilmund Jacobsen 19.05.2017 (23:30)

Partrolararnir eru teir drúgvastu

- Flestu partrolarar eru til fiskiskap, men teir hava smáligan fiskiskap. Partrolarapørini koma inn at landa, sum næsta vika gongur. Trý pør fiska gulllaks.

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.

 

Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at ein er farin at partrola eftir upsa, ein fiskar blálongu og stinglaks, og ein frystitrolari er farin til Eysturgrønlands at fiska svartkalva.  

 

- Tveir djúpvatnstrolarar, sum fiska svartkalva og kongafisk, koma inn at landa í vikuni, sum kemur.

 

Í dag, tá tey á Fiskamarknaði Føroya gjørdu sínar metingar fyri næstu viku, var bara ein trolbátur til fiskiskap. Teir koma væntandi inn at landa seint í næstu viku og hava mest av toski og nakað av hýsu.

 

- Nakrir trolbátar rigga til at fara á landleiðina at fiska, og onkur er á beding, verður lagt aftrat.

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her