fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 13.5m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 13.03.2018 (14:57)

Pass kunnu aftur bíleggjast

Nú ber til at bíleggja pass aftur.

 

Tað boðaði Føroya Politi frá á Facebook-vanga sínum í gjárkvøldið.

 

Í gjáramorgunin fekk løgreglan trupulleikar við skipanini, sum tekur fingramerki til nýggju biometrisku passini, og tí kundi eingin bíleggja nýggj pass.

 

Tað undrar kanska onkran, at fingramerki skulu nýtast til nýggj pass, men soleiðis hevur verið síðani 2012. Løgreglan sigur eisini, at hóast gomlu passini eru galdandi, so eru ávís lond, eitt nú USA, sum krevja, at tú hevur nýtt sonevnt biometriskt pass, fyri at sleppa inn.

 

Løgreglan vónaði, at trupulleikin fór at vera loystur skjótt, og so varð. Alt í alt var skipanini óvirkin ein lítlan arbeiðsdag.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her