Patrik og Obbekjær vóru á beinkinum hjá Breiðablik

Breiðablik kom væl frá landi í bestu íslendsku fótbóltsdeildini við sigri á heimavølli

Fyrst í maj í fjør sleit Patrik Johannesen krossbandið, og so var kappingarárið í Breiðablik liðugt hjá Patriki.

 

Ræðuliga ergiligt fyri Patrik, tí Breiðablik vann seg - sum fyrsta íslendska liðið nakrantíð - í bólkaspælið Í Europa Conference League. Samstundis stóð hin føroyingurin í Breiðablik, Klæmint A. Olsen seg framúr væl í fjør.

 

Men nú er Patrik lukkutíð klárur aftur, og var hann mánakvøldið á beinkinum hjá Breiðablik, sum tí tí fyrsta dystinum í kappingini vann 2-0 á gamla liðnum hjá Gunnari Nielsen, FH. Daniel Obbekjær, ið royndist 07 Vestur góður í fjør var eisini á beinkinum hjá Breiðablik. Hvørki Patrik ella Obbekjær komu tó á vøllin fyri Breiðablik ígjár.

 

Komandi leygardag hevur Breiðablik heimadyst móti uppflytarunum hjá Vestri, ið er eitt lið av Ísafjørðinum. KA úr Akureyri. og Vestri eru einastu liðini, ið ikki eru úr Reykjavík ella Reykjanesi, og tey mugu tí ferðast langt til sínar útidystir. Liðini sum hoyra heima í Reykjavík/Reykjanesi skulu bara skulu ferðast langt tá tey møta Vestri og KA á útivølli.

 

Vestri var annars felagið, ið saman við einum øðrum fótbóltsfelag á Akureyri, Hørði teir sum lótu føroyingum Ísafjarðabikarið og Ísafjarðarsúluna at kappast um, árini millum 1955 og 1988.