Patursson: - Nær bleiv logikkur áhugaverdur?

Føroyski listamaðurin hugleiðir í stuttfilmi hjá Green Renaissance um list og lívið


- Fólk eru ofta øgiliga upptikin av at royna at skilja ting. Eg haldi, tað er gott ikki altíð at skilja. Nær bleiv logikkur áhugaverdur?

 

Hetta sigur føroyski listamaðurin, Brandur Patursson, í stuttfilmi, sum Green Renaissance hevur lagt út á sínar miðlar. Brandur Patursson fortelur um sína list og sigur eitt nú, at tað góða við glasi er, at tað letur ljós inn lættliga. Hetta heldur hann, at fólk kunnu læra nakað av og vísir á, at fólk eru bangin fyri gjøgnumskygni. Listamaðurin hevur mist 70 prosent av sjónini í høgra eyga.

 

- Eg byrjaði at skilja betur, hvat tað er at síggja. Tú sært við tínum eygum, men mátin tú sansar ting uppá, er tað, sum veruliga hevur meining. Royn ting, sum eru óbehagilig, tí tað kann vera, tú finnur íblástur og meining í tí, sigur han.

 

Suðurafrikanska filmsliðið Green Renaissance var í Føroyum í heyst og í summar og hitti føroyingar, ið gera okkurt serstakt, sum kann geva íblástur - ella fólk, sum eru ávirkað av náttúruni. Seinastu vikurnar er ein stuttfilmur við samrøðu við føroyingar komin út hvørja viku; 12 stuttfilmar eru tilsamans úr Føroyum. Hygg at stuttfilminum um Brand Patursson omanfyri.