Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 05.12.2018 (10:26)

Pauli Trónd Petersen fekk ikki sín vilja

Rættarnevndin sleppur at gera seg lidnan at viðgera uppskotið hjá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, um at geva SEV loyvi at selja bílagi streym til at løða elbilar við, og til at hita hús við hitapumpu við. Samstundis er tað greitt, at Pauli Trónd Petersen, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, fekk ikki sín vilja í hesum føri.

 

Sirið Stenberg legði uppskot um hetta fyri Løgtingið tann 25. september. Málið lá í rúma tíð í Løgtinginum, áðrenn tað varð viðgjørd. Men tað varð viðgjørt tann 23. oktober og tá varð tað beint í Rættarnevndina til viðgerðar. 

 

Men síðani hevur tað verið tøgn um málið. Eftir reglunum hevur ein nevnd ein mánað at avgreiða eitt mál í. Sostatt hevur málið ligið í hálvan annan mánað, og nú hevur Pauli Trónd Petersen, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, mist tolið, tí nú vil hann hava málið fyri Løgtingið aftur, so at tað kann avgreiðast.

 

 

Les eisini: Nú er tolið uppi hjá Paula Trónd Petersen

 

 

Kristin Michelsen, formaður í Rættarnevndini, heitti á Løgtingið um at ikki at atkvøða fyri uppskotinum hjá Paula Trónd Petersen. Hann helt eisini, at tað var løgið at krevja hetta málið aftur til viðgerar, hóast nevndarviðgerðin ikki er liðug, tí tað er ikki óvanligt, at mál liggja longri tíð í nevnd enn tey eiga eftir tingskipanini.   

 

Og tað vóru bara níggju løgtingslimir, sum tóku undir við honum, men 16 tinglimir halda, at Rættarnevndin skal fáa høvi til at gera arbeiðið liðugt.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her