Pedagogarnir royna dialog

Pedagogarnir rokna upp á tað og skulu á fund við lønardeildina aftur í næstu viku.

Pedagogfelagið hevur fingið eitt útspæl frá lønardeildini og situr nú og roknar upp á tað, sigur Jógvan Philbrow, formaður í Føroya Pedagogfelag.

 

Meðan Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar eru í verkfalli á aðru viku, eru sáttmálasamráðingarnar millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag komnar í gongd. Umboð fyri partarnar hava verið á fundi í dag. Í farnu viku segði Jógvan Philbrow, formaður í Føroya Pedagogfelag, at tað heilt víst var vandi fyri, at tey fóru í verkfall, um lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum ikki var til at tosa við, men eftir fundin í dag er tónin ikki fult so áloypandi.

 

- Vit hava verið á fundi við lønardeildina og nú sita vit og rokna upp á tað, sigur Jógvan Philbrow. Hann vil ikki koma nærri inn á, júst hvat tað er, tey rokna upp á ella hvussu nógv lønardeildin hevur bjóðað teimum, men í øllum førum er tað nokk til at tey halda tað vert at hyggja nærri at.

 

Hann sigur, at fundur verður aftur millum partarnar í næstu viku.

- Tað er eingin trygd fyri, at alt spælir saman á ein slíkan hátt, at vit eru nøgd, og tí kann tað framvegis vera, at vit fara í verkfall. Vit eru als ikki komin á mál enn, sigur Jógvan Philbrow.