fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 5°C

Vindur 16m/s

Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 16.08.2017 (10:10)

Peningurin kom aftur men tjóvurin er ikki funnin

Enn hevur tað ikki eydnast løgregluni at finna tjóvin, ella tjóvarnir, sum brutu inn í eini sethús á Viðareiði seinasta heyst, har eitt pengaskáp við nógvum pengum í, varð stolið.

 

Løgreglan vildi ongantíð upplýsa, hvussu stóra upphædd, talan var um, bara at talan var um rættiliga nógvur peningur, sum varð stolin. Løgreglan sóknaðist eftir vitnum og hevði onkur spor at ganga eftir, menn fyribils hevur alt verið til fánýtis.

 

Hinvegin er líkt til fjáltur kom á tjóvin, sum hevði tikið pengarnar, tí pengarnir komu aftur í aftur eitt sindur seinni. Hinvegin er sjálvt pengaskápið ikki komið afturíaftur.

 

Løgreglan sigur, at pengarnir vórðu lagdir eitt stað, har tjóvurin visti, at álitisfólk fór at finna teir og lata teir aftur, haðani teir vórðu stolnir, og tað gekk sum ætlað, tí eigarin fekk teir aftur.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her