fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 13.3m/s

Leita á in.fo

(Mynd: Álvur Haraldsen)

Eyðun Klakstein 13.11.2017 (19:18)

Pensjónistur týtt 13 bøkur til føroyskt

Tá ið Eilif Samuelsen í 2002 sum 68 ára gamal lat seg pensjónera eftir eitt langt og virkið arbeiðslív í fólkaskúlanum og í politikki, setti hann seg ikki at slappa av og stara út gjøgnum vindeygað.

Eitt tað fyrsta, hann gjørdi, var at læra seg latín, og síðani 2004 hevur Eilif Samuelsen týtt 13 stórverk í altjóða bókmentum til føroyskt og fingið tey útgivin. Hann hevur givið trúarlærarum og heimspekingum sum Platon, Aristoteles, Augustin og Løgstrup føroyskt mál. Nú um dagarnar kom verkið Utopia hjá Thomas More í føroyskari týðing, og í løtuni týðir Eilif Samuelsen Lógirnar hjá Platon til føroyskt mál.

– Skulu vit kalla okkum land, mugu vit eisini hava hesi verkini á føroyskum máli, og í grundini undrar tað meg, at bøkurnar ikki langt síðani eru týddar til føroyskt, sigur Eilif Samuelsen við Sosialin í dag.

– Tað hevur givið mær nógv at týða hesar týðandi bøkur til føroyskt, og eg skilji í grundini ikki, at eg havi fingið so nógv burturúr. Eg man hava sitið nakað nógvar løtur, sigur hann.

Les longri samrøðu við Eilif Samuelsen í Sosialinum, sum kom út seinnapartin.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her