fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 10°C

Vindur 14.6m/s

Leita á in.fo

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum

Eirikur Lindenskov 12.01.2018 (07:29)

Pensjónsnýskipanin viðgerast í tinginum týsdagin

Fyrsti tingfundur í ár verður týsdagin komandi klokkan 10.

 

Tá fer Løgtingið at undir fyrstu viðgerð av uppskotinum hjá landsstýrinum um pensjónsnýskipan.

 

Talan er um seks uppskot, sum øll verða viðgjørd undir einum, áðrenn tey verða beind í ávikavist Trivnaðarnendina og Fíggjarnevndina.

 

Skráin til tingfundin týsdagin er hendan:

 

Týsdagur, 16. Januar 2018, kl. 10:00

 

1.    1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 65/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum (Pensjónsnýskipan)

 

2.    1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 66/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl. (Pensjónsnýskipan)

 

3.    1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 67/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. (Pensjónsnýsipan)

 

4.    1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 69/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eftirløn (Eftirlønarlógin) (Pensjónsnýskipan)

 

5.    1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 70/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn (Pensjónsnýskipan)

 

6.    1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 71/2017: Uppskot til løgtingslóg um javningarprosent til almannaveitingar

 

7.    Framløga


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her