Hallur av Rana 08.10.2018 (22:11)
Per nývaldur í Kringvarpsstýrið
Per Højgaard, journalistur, er nýggjur limur í Kringvarpsstýrinum. Tað skrivar Vágaportalurin, ið eisini veit, at tað er Sambandsflokkurin, ið hevur tilnevnt Per Højgaard í ráðið.
Sostatt er Kringvarpsstýrið loksins fullmannað, aftaná at tað í fleiri mánaðir hevur mangla ein lim. Hjalmar Hansen var millum teir sjey limirnar í stýrinum, men legði sessin frá sær, tá hann fekk starv í Mentamálaráðnum.
Tey sum nú mannað stýrið eru Rúni Heinesen, formaður, Katrin Petersen, næstforkvinna, Gunvá við Keldu, Petur Elias Petersen, Theodor E.D. Olsen, Carsten M. Arnskov og Per Højgaard.
Stýrið fyri Kringvarp Føroya er mannað við sjey limum, ið landsstýriskvinnan tilnevnir eftir millum annað tilmæli frá politisku flokkunum og starvsfólkunum í Kringvarpinum.
Núverandi kringvarpsstýri varð tilnevnt av Bjørn Kalsø, táverandi mentamálaráðharra, 1. januar 2015. Av tí, at stýrið verður valt fyri fýra ár í senn, merkir tað, at landsstýriskvinnan í næstum skal tilnevna eitt nýtt stýri, ið tekur við 1. januar 2019.
Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á
red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum –
trýst her
Mest lisið
HB vann VFF Cup aftaná brotssparkskapping |
|
Skjótt lata fýra nýggj matstøð upp í Havn |
|
Kolandi stormur - bingja fokin í bátahylin í Vági |
|
Kristina og Jógvan eru komin í finaluna |
|
Føroyingur fingið altjóða virðisløn |
|
Stríðsval í FSF: Hesir komu í starvsnevndina |
|
Frá Føroyaflokkinum til kannabisflokkin |
|
Vandi á ferð við Vestaru Bryggju í áðni |
|
Milliónir eru horvnar |
|
Nú er greitt mark ímillum eitt deyðføtt barn og fosturlát |
|
Nú er løgreglan stúrin |
|
FSF aðalfundur: Tey stóru vunnu á teimum lítlu |
|
Ann Fuglø í nýtt starv |
|
Føroyskur fótbóltsspælari vil ikki møta í máli um neyðtøku |
|
Top Gear vitjaði Haleluja Sofus |
|
Stormur: Her eru ringastu koyrilíkindini beint nú |
|
Almennur bygningur verður 20 milliónir dýrari |
|
- Føroyar mangla ein liberalan flokk |
|
Bilur fór út av vegnum í Kollafirði |
|
Vil í kríggj ímóti rúsevnasmugling |
|
Sjálvkritisk og fer eftir góðsku |
|
Sørvágur eigur ongan góðan |
|
Hóttanarbræv greinað av serfrøðingi |
|
Kvinna legði Putin í gólvið |
|