Pernille: Vi fara ikki til EM bara fyri at blíva nummar 24

Fyri Pernille Brandenborg er tað ein barnadreymur, ið er gingin út at sleppa til eitt EM-endaspæl í hondbólti

- Hetta er barnadreymurin, ið er gingin út. Og eg havi verið rørd og kensluborin síðani sunnudagin. Soleiðis sigur føroyski landsliðsleikarin, Pernille Brandenborg við heimasíðuna, Flashscore.

 

- Vit sóu hvussu mennirnir avrikaðu væl móti nógv størri tjóðum, og tað gevur okkum eina trúgv upp á, at vit kunnu umboða Føroyar væl. Vit fara ikki bara eftir at gerast nummar 24 til EM. Vit vilja skapa enn meira søgu, sigur Pernille við Flashscore. 

 

Pernille staðfestir í samrøðuni við Flashscore, at júst tá dysturin móti Íslandi var liðugur var talan um eitt stórt vónbrot. Men aftaná nakrar minuttir bleiv tað staðfest, at føroyska kvinnulandsliðið á fyrsta sinni skal til eitt EM-endaspæl, og so grótu hon og liðfelagarnir av gleði og klemmaðust. 

 

Tað er hart arbeiðið gjøgnum mong ár, ið nú gevur ávøkstur. Eg debuteraði í 2016, og árið eftir vunnu vit okkum til EM-undankappingina. Tað minnist eg sum nakað stórt, og eftir tað hava tey satsað nógv upp á hondbóltin í Føroyum. Talan er um nøkur, ið veruliga vildu hetta, og sum tordu at droyma stórt, greiðir Pernille frá. 

 

HER  ber til at lesa drúgvu og áhugaverdu samrøðuna hjá Flashscore við Pernillu Brandenborg.