Petur átti høvuðsleiklutin í Fuglafirði

Uros Stojanov var tvífaldur ÍF málskjútti, men tað var Petur Knudsen eisini, og hann gekk undan, tá ið NSÍ vann við tveimum málum í Fuglafirði

Í kvøld var punktum sett fyri sætta umfar. Tað var í góðveðrinum í Fløtugerði í Fuglafirði, har NSÍ vann 4-2. Sigurin ber við sær, at NSÍ nú hevur 12 stig og bara málmunin lakari enn KÍ, sum er á triðja plássi.

 

Úrslitið ber við sær, at ÍF framvegis bíðar eftir fyrsta stiginum. Men avrikið í kvøld bar brá av, at hugburðurin var øðrvísi, enn hann hevur verið. Jóan Pauli Jacobsen hevði í kvøld ábyrgdina av ÍF liðnum, og tað hevði eydnast honum at kveikja nýggjan hugburð í liðið hjá fuglfirðingum, sum vóru í nýggjári útgávu.

 

ÍF hevði fimm í aftastu røð í verjupartinum, tveir vóru á miðvøllinum, og tríggir vóru í fremstu røð. Heimamenninir ofraðu seg í nærdystunum, teir runnu nógv, og í álopspartinum vóru teir beinleiðis, og leingi eydnaðist teimum í uppspælinum at sleppa undan persónligu mistøkunum, sum higartil hava kostað so nógv.

 

NSÍ hevði ilt við at fáa spælið at rigga soleiðis, sum tað gjørdi í 1-0 heimasigrinum ímóti B36. Lítla løtu undan steðginum eydnaðist tað NSÍ at fáa hol á. Petur Knudsen royndi seg við frísparki úr 21 metrum, og bólturin sigldi omanfyri manngarðin og í málið dygst úti við stólparótina. Eitt flott mál.

 

ÍF helt fram við góðum hugburði, og átta minuttir eftir steðgin eydnaðist tað at javna. Jóhann Højbro sendi langt úr høgru og í brotsteigin í handara borði. Har tamdi Uros Stojanov bóltin og sendi hann millum beinini á NSÍ málverjanum, sum var á veg fram.

 

Tað stóð á jøvnum, inntil tað restaðu 12 minuttir. Tá eksploderaði tað, og síðsta lítla korterið vórðu fýra mál skorað.

 

Mórits Heini Mortensen stútaði NSÍ á odda 2-1 eftir innlegg úr vinstru frá Peturi Knudsen, og Uros Stojanov javnaði til 2-2 eftir lítið sannførandi NSÍ verjuspæl.

 

So reið tað um snarið, og spurningurin var, um tað fór at eydnast NSÍ ella ÍF at skora sigursmálið, tí tað vóru spentar støður í báðum endum.

 

Ein minutt undan, at vanliga leiktíðin var farin, var Steffan A. Løkin hjá NSÍ upp á spæl. Eftir frísparkframlegging úr høgru var Steffan fyrstur á og sendi við høvdinum bóltin í málið. So spenti ÍF álopsbogan í botn, og tá var Petur Knudsen aftur upp á spæl. ÍF hevði nógv fólk frammarlaga, og tá ið Petur Knudsen fekk bóltin, rann hann frá verjuni og sendi bóltin í málið.

 

-Hetta var undarlig støða. Vit vóru fleiri, ið stóðu kring liðið, nú Alex Jovevic ikki longur var venjari. Spælararnir vístu góðan hugburð, og tað var ikki so lætt hjá NSÍ. Avrikið vísti, at ÍF eigur ikki at vera avskrivað, staðfesti Jóan Pauli Jacobsen í samrøðu við FM1.

 

NSÍ spælararnir fegnast um sigurin:

 

-ÍF gav okkum dygga mótstøðu, men vit skoraðu málini, sum bóru sigurin við sær, og hann er sera týdningarmikil, nú vit hava vunnið tríggjar tær seinastu ferðirnar, sigur Steffan A. Løkin, sum nú hevur skorað tvey mál. NSÍ toppskjútti er Petur Knudsen, sum í kvøld skoraði tvey mál, og sum tilsaman hevur skorað seks mál og er næstovast á máltindinum.

 

##med2##

 

 

 

ÍF – NSÍ 2-4 (0-1)

 

0-1: Petur Knudsen 45.

 

1-1: Uros Stojanov 53.

 

1-2: Mórits Heini Mortensen 78.

 

2-2: Uros Stojanov 81.

 

2-3: Steffan A. Løkin 89.

 

2-4: Petur Knudsen 92.

 

Dómari: Kári J. á Høvdanum

 

ÍF: Jákup Jónsson – Jóhann Højbro, Tóri Nolsøe Olsen, Karl Løkin, Peter Spangsgaard Ullum, Elvio Gelmini – Gundur E. Petersen, Tonni J. Thomsen – Dánjal á Lakjuni, Uros Stojanov, Jhon Mena Perez

 

NSÍ: Kristian Joensen – Pætur Hentze, Betuel Hansen, Adi Terzic, James Michael Drye – Mórits Heini Mortensen, Beinir Nolsøe, Steffan A. Løkin – Jasper Van Der Heyden, Klæmint A. Olsen, Petur Knudsen