P/F Borg hevði metgott úrslit í fjør

8,3 milliónir í yvirskoti fyri skatt. Tað var úrslitið hjá P/F Borg, sum um ársskiftið keypti øll partabrøvini í Havnar Timburhandli.


Bruttovinningurin hjá P/F Borg sambært ársroknskapinum 2018 var 32,6 milliónir krónur í mun til 28,9 milliónir árið fyri.

Starvsfólkakostnaðurin var slakar 20 milliónir í mun til 18,1 árið fyri.

Eginogn felagsins er nú 31,2 milliónir krónur. Í roknskapinum fyri 2017 var hon 25,2 milliónir krónur.

Tað verður ikki upplýst í roknskapinum, hvussu nógv felagið hevur goldið fyri partabrøvini í P/F Havnar Timburhandli. Men skuldin hjá felagnum er vaksin úr 48 milliónum krónum upp í 91 milliónir – ein vøkstur upp á 43 milliónir krónur. Eginpeningurin í P/F Havnar Timburhandli var við árslok 39 milliónir krónur.

Felagið skrivar í ársfrásøgnini, at úrslitið eftir skatt var 8,3 milliónir krónur í mun til 7,3 milliónir krónur árið fyri.

Felagið skrivar eisini, at sølan hjá konsernini í stóran mun er ávirkað av gongdini í føroyska búskapinum, serliga byggivinnuni.

Leiðslan metir, at felagið framhaldandi fer at hava positiva gongd í 2019, og metir felagið, at tað fer at økja um virksemið, at felagið tekur yvir raksturin av Havnar Timburhandli.

– Felagið hevur vónir um, at hetta fer at geva eitt positivt ískast til raksturin, skrivar felagið.

Stjóri í P/F Borg er Rodmundur Nielsen

Nevndarformaður er Lars Peter Nielsen, Skibby

Nevndarlimir eru Óli Marnar Christiansen, Klaksvík og Rodmundur Nielsen, Glyvrar.

Ársúrslitið hjá P/F Borg í fjør er tað besta í søgu felagsins. Úrslitini hjá P/F Borg síðan byrjan í 2005 hava verið hesi:

Ár         krónur

 

2018:

8.303.000

2017:

7.269.000

2016:

4.649.000

2015:

2.140.000

2014:

2.460.000

2013:

126000

2012:

967000

2011:

-342000

2010:

-1.965.000

2009:

-3.942.000

2008:

-353000

2007:

515000

2006:

-786000