Leita á in.fo

Jákup Veyhe og Sjúrður Skaale vitjaðu Rás2 til eitt prát um komandi framførslurnar, sum verða í Norðurlandahúsinum í mars mánað

Heri Simonsen 07.12.2017 (00:25)

Pipar og Salt vitjaðu Verðins Bestu Sending

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr sera stuttligu løtuna, sum var mikudag seinnapart á Rás2 tá Pipar og Salt alias Jákup Veyhe og Sjúrður Skaale vitjaðu Verðins Bestu Sending alias Eyðfinn Drewsen og Petur Zachariassen í Rásarúminum.

 

Pipar og Salt fingu gott humoristiskt mótspæl frá VBS har prátað var um komandi framførsluna hjá Pipar og Salt, sum verður í Norðurlandahúsinum 19. til 22. mars komandi ár.

 

Við sær í Rásarúmið høvdu Jákup Veyhe og Sjúrður Skaale eisini ein nýggjan jólasang, sum lurtararnir fingu høvið at hoyra.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her