Leita á in.fo

Mynd: pls.fo

Hallur av Rana 02.01.2018 (19:00)

PL-stórbilar fingið nýggjan eigara

1. februar 2018 tekur John Olsen við sum stjóri í felagnum PL-Stórbilar, eftir at smápartafelagið JO Holding við John Olsen hevur keypt lastbilafyritøkuna frá núverandi eigarunum.


Frammanundan eigur John Olsen fyritøkuna AP Busskoyring, men sigur hann í samrøðu við Rás2, at ætlanin er at reka feløgini hvør sær.


Við Rás2 í dag segði John Olsen, at ein av orsøkunum til, at hann keypti PL-Stórbilar er tí hann frammanundan hevur royndir úr vinnuni.


- Nú kom tað eitt sindur knappliga á, men eg helt tað sá ótrúliga spennandi út. Nú eri eg gamal lastbilsmekanikari og havi lært hjá Volvo. Tað var ein av grundunum, sigur John Olsen.


Til ber at hoyra alla samrøðuna við John Olsen við at trýsta á pílin undir myndini. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her